Løgtingið
Í døgunum 7. – 9. juni hevur formansskapurin í Fólkatinginum verið á vitjan hjá formansskapinum í Løgtinginum.
Formansskapirnir í báðum tingunum hittast árliga. Hesa ferð var føroyski formansskapurin vertur.
Fundur varð hildin um mál og viðurskifti av felags áhuga viðvíkjandi tingarbeiðinum í londunum báðum. Á ferðini vitjaðu gestirnir millum annað Atlantic Airways Aviation Academy, Salt, Varðan Pelagic, kirkjuna í Fámjin, Við Tjarnir og í Kirkjubø.
Vertir fyri vitjanina vóru løgtingsformaðurin Johan Dahl saman við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hervør Pálsdóttir og Jóhannis Joensen, næstforfólkum. Úr danska formansskapinum vóru Søren Gade, fólkatingsformaður, Karsten Hønge, Morten Messerschmidt og Lars-Christian Brask, næstforfólk. Harumframt luttóku eisini makar hjá formansskapinum og embætisfólk úr báðum parlamentunum.
Fylgið fór av landinum aftur í dag.

Mynd: Fyrsta vitjan var hjá Atlantic Airways Aviation Academy. Magnus á Stongunum og Hans Erik Jakobsen greiddu frá.

Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, Lars-Christian Brask, fjórði næstformaður í Fólkatinginum, og Søren Gade formaður í Fólkatinginum.

Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, við vitan í Akrabyrgi.

Mynd: Vitjað varð eisini í Fámjins kirkju.

Mynd: Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, vísti runt. Fundurin ímillum
føroyska og danska formansskapin varð hildin við Tjarnir.
