Íslendsku meistararnir Breiðablik møtti í gjár donsku meistarunum úr FCK í 2. umfarið av Champions League á Kópavogsvelli.
Undan dystinum vóru teir hvítu úr FCK stórfavorittar at vinna dystin. Tann leiklutin livdu teir eisini upp til, og teir lótu ongan iva vera um úrslitið. Tí longu í fyrsta minutti løgdu teir seg á odda. Tað var sonur fyrrverandi svenska stórspælarin Henke Larsson, Jordan Larsson, sum skeyt tað málið. Og tá 32 minuttir vóru leiktir økti Rasmus Falk til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Liðini skulu aftur møtast, hesuferð í Parkin í Danmark, komandi mikukvøld 2. august.
Klæmint A. Olsen byrjaði á beinkinum, men var innskiftur tá 79 minuttir vóru leiktir.