ÍF skrivar:
ÍF og Dánjal hava undurskrivað sáttmála fyri komandi kappingarár!
33 ára gamli Lakjumaðurin fekk sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá ÍF í 2008. Dánjal hevur síðan leikt heili 254 dystir og skorað 41 mál fyri ÍF í bestu deildini.
Vit eru sera glað fyri at Dánjal tekur enn eitt ár í ÍF, og ynskja alt tað besta komandi kappingarár.