NSÍ skrivar:
22 ára gamli danin er miðverji, og byrjaði sína yrkisleið í OB. Har fekk hann eisini sín fyrsta fulltíðarsáttmála bert 17 ára gamal.
Daniel hevur áður verið í føroyskum fótbólti, tá hann á sumri í 2022 skrivaði sáttmála við 07 Vestur. Har var hann í hálvtannað kappingarár og spældi 48 dystir og skoraði 7 mál.
Hann hevur frá kappingarbyrjan í 2024 og fram til nú havt sáttmála við íslendska felagið Breiðablik.
Hann er vendur aftur á klettarnar, og verður nú at síggja í gulu blusuni. Hann hevur skrivað undir ein 1,5 ára sáttmála.