Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.10.2022 17:39

Dánial Hansen “Eg tippi 5-0 til NSÍ”

Mynd: JUUL’s-Foto

Í sambandi við at “stórdysturin” millum NSÍ og B68 sum verður leiktur sunnudagin, setur Eysturoyarportalurin nøkrum lyklapersónum handan hesi bæði liðini stevnu. Hesuferð er tað NSÍ-formaðurin, sum vit hava sett nakrar spurningar um “stríðið um Golanheyggjanar” og hvat vónir hann hevur.

Hvussu ert tú nøgdur við árið hjá NSÍ higartil?

Als ikki nøgdur við árið, tað haldi eg at øll kunnu semjast um. Tað hevur als ikki gingið eftir ætlan. Men veruleikin er tíverri at NSÍ liggur til niðurflyting, og tað er sjálvandi ikki nøktandi. Tó er kappingin ikki liðug enn, tíbetur. So vónirnar er enn til staðar at NSÍ yvirlivur.

Hvussu hevur hendan vikan verið hjá formanninum?

Ein vanlig vika, haldi ikki at hendan vikan er ørvísi enn aðrar vikur í árinum. Tó byrjar tað at merkjast at vikuskiftið nærkast, og ein spennandi grannauppgerð skal spælast.

Hvat sigur fólkið har úti um “brakið” móti B68 (stríði um Golanheyggjarnar)?

NSÍ eigur nógvar og trúgvar ákoðarar, og sjálvandi verður nógv tosað um júst hendan dystin, tí nú bleiv hann so avgerandi, at enntá málmunurin kann avgerða niðurflytingina. Tí eru fólk spent til sunnudagin.

Hvussu er vónirnar og hvat tippar formaðurin til til dystin sunnudagin?

Eg havi altíð góðar vónir, og eg trúgvi uppá at NSÍ megnar at vinna dystin á heimavølli. Hesin dysturin hevur ómetaliga nógv at siga, tí eiga allir NSÍ-arar at verða eyka uppsettir júst nú, tí NSÍ hevur alt at spæla fyri og kann við einum sigri verða við at senda grannarnar niður í 1 deild at spæla. So eg havi góðar vónir, og eg vóni at NSÍ fer á vøllin sum eitt satt ódnarveður, og hølvar B68 av við Løkin. Tí haldi eg at eg fari at tippa 5-0 til NSÍ, soleiðis at málúrtøkan er eins hjá báðum liðum, áðrenn seinasta leikumfar.

Hevur formaðurin nakra áheitan til NSÍ fjepparar sunnudagin?

Eg fari at heita á allar NSÍ-arar stór og smá um at møta fjølment upp at stuðla liðnum, tí júst sunnudagin er tørvur á øllum kreftum, bæði á og uttanfyri vøllin. So ein staðilig áheitan á øll sum halda við NSÍ, er at møta upp sunnudagin í góðari tíð at stuðla liðnum. Tað er nú at tørvur er á at standa saman, og vísa at vit øll eru NSÍ.