Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2022 18:19

Dagtilhaldið í Gøtubrá

Mynd: Eysturkommuna

Dagtilhaldið Gøtubrá heldur til í kjallarinum á eldrasambýlinum í Norðragøtu, og er opið týsdag og hósdag kl. 15-18.

Á skránni er drekkamuður, fimleikur, kortspæl, perluseyming, sangur, upplestur o.m.a.

Renniband, kondisúkla og rógvimaskina eru eisini til taks.

Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymiskum slagi, so sum Kyndilsmessuhaldi, tunnusláing, útferðum og jólahaldi.

Bussamband er til og frá dagtilhaldinum.

Allir pensjónistar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eru hjartaliga vælkomnir.

Samskipari á Dagtilhaldinum er Maj Britt Winter Hentze, telefon nr. 73 00 35

Dagtilhaldið í Lonini (Fuglafjørður)

Dagtilhaldið í Lonini er opið mánadag, týsdag og mikudag frá kl. 15-18.

Á skránni er:
  • Mánadag: Kortspæl, binding og telda
  • Týsdag: Telda, binding og ítriv
  • Mikudag: Kortspæl og binding

Samband fæst við dagtilhaldið á telefon nr. 23 80 95

Allir pensjónistar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eru hjartaliga vælkomnir.