Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2025 14:22

Country Festivalurin 2025 verður í vikuskiftinum

Tíðindaskriv

Hetta er tólvti Country Festivalurin, sum sær dagsljós í Føroyum.

Sjálvt um Sørvágs Country & Blues Festivalur fór av bakkastokki týskvøldið við tiltøkum til tey eldru, so byrjar hugnaligi og vælumtókti festivalurin av álvara í dag, hósdagin, við Bassafestivalinum til tey smáu. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið framføra høvuðsnøvnini til ársins festival.

Fríggjakvøldið kl. 22:00 framførir Nathan Carter Band á Dunga palli. Teir spæla egin løg og væl kend cover løg. Ja, so góð var konsertin hjá Nathan Carter í fjør, at festivalurin varð noyddur at fáa hann á pall aftur eftir óvanliga nógvar áheitanir frá festivalgestum í 2024. Við siðbundnum írskum fólkaløgum, kryddað við góðum Country tónum, framføra teir á ein serligan írskan hátt við harmoniku, fiól, saksofon og floytu, umframt gittara, bassi og trummum. 

– Millum annað varð skrivað soleiðis eftir framførsluna í 2024: 

“Ein hjartanemandi konsert, professionell út í odd og egg, og tað var ikki eitt einasta menniskja á nýasfalteraða Dungasandi hetta kvøldið, sum flutti seg frá palløkinum eftir lokna konsert, uttan at hava eitt smíl á varrunum” 

“Tað hevur ikki fyrr verið so góður stemningur framman fyri stóra pallin á Country Festivalinum síðan hann byrjaði. Ongantíð.”

Leygarkvøldið verður tað America’s Got Talent Golden Buzzer vinnararnir úr Nashville USA, Chapel Hart bólkurin, ið framførir á Dunga palli kl. 22:00. Chapel Hart er ein amerikanskur Country tónleikabólkur úr Mississippi. Bólkurin er mannaður av teimum trimum songfuglunum: systrunum Danica og Devynn Hart og syskinabarni teirra Trea Swindle. Tær hava sjálvstøðugt givið út fýra fløgur og ellivu stakløg. Í juli 2022 kappaðust tær í seytjandu sesongini av America’s Got Talent. Allir fýra dómararnir góvu bólkinum gullknøttin, tá ið tær framførdu lagið “You Can Have Him Jolene”, sum er ein svarsangur til “Jolene” hjá Dolly Parton. Hetta er bert hent einaferð fyrr í America’s Got Talent søguni. Tónleikurin hjá bólkinum er eyðkendur fyri fantastisku vokalharmoni teirra.

Hóast útlendsk nøvn, skrivar Country Festivalurin í tíðindaskrivi, at festivalurin er fullur av góðum føroyskum nøvnum, sum øll eru spent at sleppa at spæla tónleik til festivalar aftur. Millum annað verða Uni Debess, Son of Fortune, Kristina Bærendsen, Vágaverk og Lokalar røddir at hoyra í Sørvági í vikuskiftinum. Øll framføra góðan og frískan countrytónleik á hvør sín serstaka hátt.

Í alt verða tvey nøvn úr USA og heili 13 føroysk nøvn at hitta á ársins Country Festivali í ár.

Meira kunning, skrá og atgongumerki eru á heimasíðuni hjá Country & Blues Festivalinum www.country.fo