Róðrarsamband Føroya
Coastal rowing ella sjóróður, sum hann eisini kann kallast, er altjóða ítróttargrein, sum hevur vakt ans fyri sín dynamiska og spennandi karakter. Mótsatt vanligan róður á stillum vøtnum fer coastal rowing fram á opnum havi við øllum teimum avbjóðingum, sum sjógvur og veður hava við sær, og sum vit øll kenna aftur frá føroyska kappróðrinum. Tað krevur serligan teknikk og kropsliga styrki at meistra brim, streym og ójavnan sjógv í hesum bátum. Coastal rowing er meira visuell og hevur eina spennandi kappingargongd, sum eisini ger ítróttina serliga væl egnaða til áskoðara, og hevur alt hetta verið við til at gera hann áhugaverdan fyri altjóða ítróttarsambond. Tískil er coastal rowing nú ávegis at gerast partur av Olympisku leikunum í 2028.
Í Føroyum hevur áhugin fyri hesi greinini eisini víst seg. Í 2020 tók Róðrarsamband Føroya (RSF) fyrsta stigið til at menna coastal rowing í Føroyum og keypti tá tveir coastal double scull bátar. Hetta varð gjørt við vónini um, at ítrótturin kom á OL-skránna, soleiðis at føroysk rógving kundi gerast partur av hesi nýggju altjóða kappingargrein.
Aftaná nøkur ár við útgerðini á goymslu, varð eitt týðandi stig tikið fyrr í ár, tá árarnar til bátarnar vórðu keyptar. Hetta ger tað møguligt at fáa bátarnar á sjógv. Samstundis hevur RSF fingið stuðul frá Modest Sport, sum hevur latið ein Edon single scull bát. Hesin báturin er vælegnaður til upplæring, tí hann er støðufastur, lættur at stýra og koppar ikki. Hann gevur ein góðan pall at læra rætta teknikkin í scull-rógving, ið er grundarsteinurin í coastal rowing.
11 mai 2025 var stórhending í føroyskari coastal rowing, tá bátarnir loksins vórðu flotaðir. Hetta markeraði byrjanina til eina nýggja grein í rógving í Føroyum og skapar hetta møguleikar fyri venjing og kapping á altjóða stigi.
Við góðari útgerð, íðkarum og feløgum, sum eru klár at leggja orku í nýggjar leiðir, er coastal rowing í Føroyum á einum spennandi byrjanarstigi. Kanska verður tað í framtíðini ein føroyskur rógvari, sum luttakar í OL – í júst coastal rowing.