Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.05.2025 18:05

Closed for Maintenance í Eysturkommunu

Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Í síðstu viku var árliga verkætlanin ‘Closed for Maintenance’ hjá Visit Faroe Islands aftur, og í Eysturkommunu var eitt lið á Støðlafjalli í Syðrugøtu.

Síðani verkætlanin varð sett í gongd í 2019, hevur hon savnað sjálvboðin arbeiðsmegi úr øllum heiminum, ið hjálpa til við at verja og varðveita ta dýrabæru føroysku náttúruna. Við einum felags ásetningi um burðardygdleika, hava tey arbeitt á fleiri støðum og oyggjum, fyri at betra náttúruna og samstundis minka um árin av menniskjaligum virksemi.

Endamálið í ár var at betra um gøtuna niðan á Støðlafjall, og nógv varð nádd í hesum tíðarskeiði. Arbeiðið fevndi millum annað um, at byggja brúgv tvørtur um eina stóra veit, at skapa trin har tað var neyðugt, at leggja løgsteinar, og at gera annað smávegis. Á liðinum, sum arbeiddi á Støðlafjalli, vóru ikki minni enn 7 tjóðskapir vóru umboðaðir.

Vit eru takksom fyri samstarvið og arbeiðið, sum liggur aftanfyri eina slíka verkætlan. Hesi sjálvbodnu eru uttan iva við til, at skapa eina tryggari og hugnaligari uppliving fyri øll, sum njóta vøkru náttúruna á Støðlafjalli.

Myndir: Eysturkommuna