G! festival
Vit kunngera aftur í dag fýra növn í senn. Okkurt er líka sjáldsamt sum full sólarmyrking í Föroyum, annað sum skínandi sól úr LA, eitt stillfarandi og annað lívligt.
Frammanundan eru hesi növnini kunngjörd: Frændur, Fantastic Negrito, Guðrið Hansdóttir, Irah, Elinborg, Tamikrest, Jerub, Marianna Winter, Tunghoyrt, Lynks, Alterne og Bolstad.

Clickhaze á G! 2026
Ja, tú las rætt! … Nú hendir tað! … Clickhaze kemur at framföra á G! festivalinum í 2026!
Hesin bólkurin er við árunum blivin púra mýtologiskur. Men tað er kanska einki undur í tí, tá ið tú hyggur eftir samansetingini av bólkalimunum: Mikael Blak, Jens L. Thomsen, Eivör Pálsdóttir, Bogi á Lakjuni, Jón Tyril, Högni Lisberg og Petur Pólson. Hesi sjey ganga aftur í so nógvum bólkum, á so nógvum plátum og í so nógvum tónleikaligum samanhangi, at tað er nærum ógjörligt at nevna alt. Eivør, ORKA, Hogni, Petur Pólson og G! festivalurin eru bert nakrar víðari bragdargerðir av orkuni í frumevninum, sum Clickhaze er.
Tónleikurin er enn tann dag í dag serföroysk ljóðmynd við altjóða ráki, tripphopp og kingo, sum nú er vovið inn í arvastrongin av föroyskum tónleiki. Ein broddur í menningini, at fáa föroyskan tónleik at taka sæti á altjóða pallum – tað vóru tey tá og eru tað enn.
Vit fegnast um, at vit í summar sleppa at uppliva nakað heilt serligt – líka serligt, sum tá ið boðað verður frá fullari sólarmyrking – tá ið Clickhaze í juli mánaða kemur at framföra á sandinum í Syðrugötu.
Dögg Nónsgjógv

Stillfarandi og djörv.
Skurvutt ljóð við erligum teksti um vaksnamannakærleika, við öllum ið har til hoyrir. Soleiðis kanst tú taka saman um nýggja tónleikin hjá Dögg Nónsgjógv. Hon var bert ein ungur tannáringur, tá ið hon bleiv kend í Föroyum, og tók eftir sína fyrstu útgávu ein longri steðg frá öllum tónleiki. Nú er hon vend sterkt aftur og hevur hesi seinastu árini latið úr hondum EP’ina Døggfallin og heildarútgávuna Livandi. Eyðkenda röddin hevur altíð staðið sum mittpunkt í tónleikinum, og tá ið Silvurdrongurin bað sínar yndissangarar koma at syngja á síni seinastu útgávu, vóru boð eftir Dögg at syngja við – hettar sigur ikki so lítið. Vit gleða okkum at hoyra eyðkenda djarva tónan, stillisliga sungnan, tá ið Dögg Nónsgjógv, við eini framúr manning afturat sær, kemur at framföra á G! festivalinum

Moyka
Lívligur norskur elektroniskur poppur
Á stórum norðulendskum átaki í Meksiko herfyri var, umframt okkara egnu Elinborg, eisini norska Moyka.
Moyka hevur longu spælt á teimum stóru festivalunum í heimlandinum, Øya, Bergenfest og Slotsfjell, og er nú av sonnum við at gera vart við seg úti í heimi. Hon varð millum annað tilnevnd ársins sync fyri lag, sum var við í Netflix röðini Young Royals.
Norskur poppur hevur eitt ávíst ljóð, og tað hava norskar songkvinnur eisini. Og her er talan um lívligan norskan elektroniskan popptónleik við avbera góðari norskari songkvinnu, sum stendir seg sera væl á palli!
Gleð teg at uppliva norsku Moyka á G! festivalinum í summar!

Printz Board & the Butter Funk Family
Strammur funktónleikur úr L.A.
Gleði tykkum til hornblástur og stramman funktónleik, tá ið Printz Board við síni Butter Funk Family, kemur til Götu at fáa öll at dansa við.
Framleiðarin og fjölljóðförisleikarin Printz Board er ein av stovnarunum av the Black Eyed Peyes, har hann hevur verið við at skrivað fleiri av kendu lögunum hjá teimum. Eisini hevur hann arbeitt saman við Justin Timberlake, Michael Jackson, Katy Perry, Dr. Dre v.fl.
Á heysti í fjör var hann í Föroyum og framfördi, og honum dámdi so væl her, at tað var ikki ringt at yvirtala hann at koma ein túr afturat at framföra á G!
