Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.10.2025 15:47

Claus og Simon halda fram

Mynd: Hondbóltssamband Føroya

Hondbóltssamband Føroya

Sáttmálin við A-landsliðsvenjararnir hjá kvinnum, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, er longdur til 1. januar 2028.

Hetta merkir, at Claus Leth Mogensen, høvuðsvenjari, og Simon Olsen, hjálparvenjari, koma at standa á odda fyri kvinnulandsliðnum til tvær tær næstu undankappingarnar og møguligu endaspølini, EM í 2026 og HM í 2027.

Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, viðmerkir til sáttmálan, ”at menningin og úrslitini hjá A-landsliðnum hjá kvinnum undir leiðsluni hjá Claus hava verið sera góð. Teir førdu føroyska kvinnulandsliðið til EM-endaspælið í Sveis í 2024 og nú til HM-endaspælið í 2025 í Týsklandi. Alsamt fleiri leikarar spæla á hægri stigið og eru áhugin fyri landsliðnum og føroysku leikarunum vaksin nógv seinastu árini. Spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá Claus og Simon við landsliðnum, EM-undankappingin byrjar nú aftur oktober og síðani verður HM-endaspælið í november og desember.”

Claus Leth Mogensen og Simon Olsen tóku upprunaliga við venjarastørvunum í 2023.