Seinastu dagarnar er tað byrja at spíðsa til, innanveggja í samgonguni og millum ávísar samgongulimir. Tað er sjón fyri søgn, at ikki øll ganga í takt. Og tað verður tutla og telva óført í krókunum.
Samstundis styttist tað eisini til, at okkara høgtvirda løgting fer í sokallaða politiska summarferiu. (við fullari løn). Meðan verkafólkið, fleiri túsind í talið, nokk skulu standa vakt, bæði nátt og dag, í nakar vikur fyri lítið og einki afturfyri.
Men á bonaðu gólvunum í løgtinginum hómast ymisk krampatekin, her og har, hjá sitandi samgongu, millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
Hópin av málinum skulu (skundast) ígjøgnum áðrenn løgtingið skal til hús. Og meðan samgongan hevur hópin av málum sum hon vil hava avgreitt áðrenn, so tykist tað ikki sum at full undirtøka er ella hevur verið um fleiri av málinum.
Límið í Framsókn um at loysna?
Hóttarnir, maktgreði og skitið spæl aftanfyri leiktjøldini, hava sostatt sett dagskránna seinastu dagarnar, fyri at halda uppá eina samgongu, sum er onkursvegna er byrja at ridla í kongunum, har sokallaði høgraflokkin hjá Ruth Vang, seinastu árini er leiddur meira og meira út á somu ás sum hinir báðir flokkarnir í samgonguni halda til. Spurningurin er so hvussu langt Framsókn kann fara afturat, áðrenn hann er sæddur sum ein inngrógvin vinstraflokkur burturav?
Seinasta dømið um, at tað kanska byrjar at losna í límingini hjá hesari samgonguni, var tá ið tvey av tingfólkunum hjá Framsókn atkvøddu, ikki bara ímóti sínum egna landsstýrismanni í løgmálaráðnum, Bjarna Kárason Petersen, um fría abort, men eisini ímóti sínum egna formanni(kvinnu) Ruth Vangu, sum inniliga hevði heitt á tey um at atkvøða fyri málinum.
Javnaðurflokkurin í andróðrið
Einki er at siga til, at løgtingsfólk sum hoyra heima í, serliga javnaðarflokkinum, ganga við rukkutari pannu og einum feril av stress í hesum døgum. Verkfallið, sum byrjaði í vikuni og sum kann koma at verða drúgvt, er komið meðan sjálvur arbeiðaraflokkurin hjá løgmanni, situr við valdið. Veljarir sum flokkurin, í nógvum førum, skal eitast at arbeiða fyri. Tí man hetta verða steinur omaná byrðu hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, nú trýstið er øguligt á øllum ventilum, nú hann eisini skal standa skúlarætt, tá ið landsstevna verður leygardagin í Skálavík.
Veljarakanning sum nýliga var almannakunngjørd, gav arbeiðaraflokkinum ein dyggan frammaná. Og tí er ikki so løgið, at løgmaður, nú fleiri pílar venda skeivan vegin hjá honum, byrjar at hótta landstýrisfólk við m.a. samgonguslitið um ikki verður makka rætt.
Eisini ein annar javnaðarmaður, borgarstjórin á Vaglinum, Heðin Mortensen, spældi eisini høgt spæl, og ætlaði at knúsa KAF, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um hann ikki fekk sín vilja um at taka málið aftur úr Fasta Gerðarættinum. Nakað sum óiva kann koma at broyta arbeiðslagið í felaganum framyvir.
Fyrrvernadi loysingarflokkur
Ein flokkur, sum seinastu tíðini, ikki hevur verið so nógv í andgletti, er Tjóðveldi. Hann er onkursvegna sloppin undir radarin, hóast hann aftur hesu ferð hevði eina vánaliga veljarakanning. Ein flokkur sum hevur verið stagnerðaur í fleiri ár. Ein fyrrverandi loysingarflokkur í eygunum hjá fleiri, sum nú heldur hevur úr at gera at tekkjast dønum, EU og NATO, og enn roynir at spæla “fólk i húsi” á matriklinum Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne.
Sitandi formaður, Høgni Hoydal, hevur seinastu nógvu mánaðarnir verið nógv útskeldaður fyri sítt uppskot um “Gongd í haga”. Men nú sær tó út til, at málið verður endaliga avgreitt í løgtinginum.
Men tað sum nokk er mest undrunarsamt, sæð við uttanhýsis brillum, er, at tað er sjálvur Sambandsflokkurin, sum kemur inn frá síðulinjuni og hjálpir tjóðveldisformanninum nú honum tørvar hjálp. Og kanska sostatt eisini bjargar einari sitandi samgongu. Um hetta eisini er eitt fríggj frá Sambandsflokkinum til Javnaðarflokkin, um at sleppa uppí samgonguna, er ein onnur søga. Livst so spyrst.
Sita fyri at sita
Tí kann spyrjast um núverandi samgonga er lív laga, tá ið hon ikki eingongd er samd innanhýsis í fleiri málum, og má fáa stuðul frá andstøðuflokki um at avgreiða mál nú beint áðrenn summarferiuna. Spurningurin kann tí setast, um samgonguflokkarnir nú bert sita fyri at halda uppá valdið og vilja vinna sær tíð, nú long summarferian er fyri framman?
Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Nú kunnu so Tjóðveldi og Sambandsflokkurin, saman við Javnaðarflokkinum fegnast og gleðast saman um summarið og at kongur skjótt kemur á almenna vitjan í juni.
Deil á Facebook