Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.01.2026 16:38

Carlsberggrunnurin játtað 1,5 mió. til elektronmikroskop

Granskingarráðið

Karin Habermehl Cwirzen, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur fingið dygga játtan frá Carlsberggrunninum til eitt elektronmikroskop, ið er tað fyrsta av sínum slagi til gransking í Føroyum. Játtanin er 1.540.800 kr.

Eitt elektronmikroskop nýtir ein miðsavnaðan geisla av elektronum í staðin fyri ljós til at framleiða myndir í ovurhonds stórari stødd, sum ger tað møguligt at granska sera smáar mongdir av mineralum, lívfrøðiligum strukturum og elektroniskum staklutum. Tílík tól verða nógv brúkt aðrastaðni til gransking í verkfrøði, umhvørvi, náttúruvísindum og heilsuvísindum. 

Elektronmikroskopið skal brúkast í eini verkætlan, sum skal kanna, hvussu mekanokemisk viðgerð broytir yvirflatueginleikarnar hjá endurvunnum betongi og steinpulvuri. Endamálið er at fáa størri vitan um møguleikarnar at endurnýta tilfarið og førleikarnar hjá tí at upptaka og binda CO2. 

Nýggja elektronmikroskopið fer eisini at geva nýggjar møguleikar at gera greiningar á fleiri granskingarøkjum, m.a. innan jarðfrøði, elverkfrøði og heilsugransking. 

Karin Habermehl Cwirzen fegnast um hesa serligu játtanina. 

– Tað verður sera gott fyri granskingina, at vit nú kunnu arbeiða meira neyvt bæði á mínum øki og øðrum við. Hetta verður eitt hent amboð til at byggja upp førleikar í einum granskingardepli, sigur hon.

Farið verður nú at kanna, hvar nýggja tólið fyribils kann verður sett upp. Seinni er ætlanin, at tólið saman við aðrari útgerð skal vera á eini starvsstovu á nýggja kampus hjá Fróðskaparsetrinum. Tól av hesum slagi eru viðkvom og krevja góðar og tryggar fysiskar karmar, umframt serkunnleika at nýta tey.

Tørvur á størri íløgum í granskingarinfrakervi

Í Føroyum er eingin almenn árlig játtan til granskingarinfrakervi á sama hátt sum í øðrum londum. Í staðin mugu slíkar íløgur gerast av rakstrarjáttan hjá stovnunum, við serstakari játtan frá landinum eftir umsókn ella, sum í hesum førinum, við at søkja útlendskar grunnar um stuðul.

Fyri góðum 10 árum síðani varð granskarasetrið iNOVA sett á stovn, har ætlanin var, at granskarar á almennum stovnum og fyritøkum skuldu hava atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Lutfalsliga stórar íløgur vórðu gjørdar í tól og tøkni við parti av fænum hjá Vinnuframagrunninum.

Hóast góðar ætlanir og nógv gott arbeiði og samstarv hevur verið í iNOVA, so er ein eyðsæddur trupulleiki, at fígging ikki hevur verið til nøktandi arbeiðsorku at reka granskarasetrið, og eingin játtan hevur verið til at viðlíkahalda og endurnýggja tól og tøkni. Hetta hevur minkað um møguleikarnar at gagnnýta hentleikarnar og amboðini har.

Tørvur er á størri íløgum og tryggari kørmum fyri granskingarinfrakervi, sum gera tað møguligt at útvega og taka í nýtslu framkomin tól fyri at styrkja granskingarførleikan í Føroyum á fleiri økjum.