Fótbóltssamband Føroya
Skráin fyri UEFA Nations League bólkaspælið hjá monnum er klár. Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli leygardagin 26. septembur ímóti Kasakstan.
Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League bólkaspælinum hjá monnum. Føroyar komu í bólk C3, saman við Kasakstan, Slovakia og Moldova.
Leikskráin er nú klár, og har sæst, at Føroyar spæla fyrsta dystin á heimavølli leygardagin 26. septembur klokkan 17:00 ímóti Kasakstan.
Leikdaganar verða annars 29. septembur, 2. og 5. oktobur, og 12. og 15. novembur, tá Moldova kemur á vitjan í Føroyum.
Leikskráin, UEFA Nations League 2026-2027
26. sept. Føroyar – Kasakstan (17:00)
29. sept. Moldova – Føroyar (19:45)
2. okt. Føroyar – Slovakia (19:45)
6. okt. Kasakstan – Føroyar (15:00)
13. nov. Slovakia – Føroyar (19:45)
16. nov. Føroyar – Moldova (15:00)
