Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.01.2026 17:24

Býráðslimir hála Fíggjarmálaráðið í rættin

Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu. Mynd: Eysturoyarportalurin

Um tað ikki varð nógv nógvur spenningur áðrenn, so er hann um at røkkað brestipunktinum í løtuni.

Eystari armur á Skálafjørðinum, saman við Oyndarfirði, er vorðin ein sonn dramarøð, sum ikki tykist at fáa nakran enda.

Í dag frættist, at nakrir býrðaslimir í Runavíkar kommunu, m.a borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen og Tóri Højgaard, hava stevnt Fíggjarmálaráðnum, eftir at ráðið útskrivaðið umval at verða í allari kommununi nú í januar. 

Umvalið í varð útskrivað, varð eftir at illgruni var um at svikað varð við einari atkvøðu í Oyndarfirði á sjálvum valkvøldinum ella náttina eftir. Ein atkvøða, sum til endans gjørdi, at tá sitandi býráðslimur, Jonhard Danielsen, gjørdist júst stuttur at verða afturvaldur.

Ein av býrðaslimunum í Runavíkar kommunu, sum stendur aftanfyri fyri stevningina, sum verður í Føroya Rætti í morgin kl. 09.15 móti Fíggjarmálaráðnum, er Tóri Højgaard, sum eisini er varaborgarstjóri.

Við Eysturoyarportalin í dag sigur hann, at hendan stevningin er síðsti møguleiki at rættað feilin sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt. Við stevningini verður vónað, at hon kann fáa steðgandi virkna, soleiðis at einki umval verður í Runavíkar kommunu tann 13. januar.

Hann sigur víðari, at tað løgið, at ivi um eina atkvøðu skal hava við sær, at allir teir umleið 3.100 veljararnir, ið høvdu valrætt tann 12. november 2024, nú skulu aftur á val.

Hann sigur, at er tað so stórt ivamál, um tað var rætt at ógilda atkvøðuna til Jonhard Danielsen, so er lættasta loysnin sjálvandi bara at endurgilda hana. Harvið er trupulleikin loystur. 

Men metir Fíggjarmálaráðið seg hinvegin ikki kunna tað, so eigur eitt umval at verða avmarkað til tað valstaðið, har illgruni er um óreglusemi, í hesum førum í Oyndarfirði – og ikki allari kommununi sum Fíggjarmálaráðið nú hevur avgjørt.

Fyri at loysa ein lítlan trupulleika, har ivi er um bert eina atkvøðu í Oyndarfirði, so hevur man skapt ein nógv størri trupulleika við at tveita umleið 3.100 veljarar og eitt sitandi býráð, út í eitt fullkomuliga láturligt umval, sum kann fáa sera neiligar fylgir fyri framtíðina, sigur Tóri at enda.

Les eisini: Útskrift frá rokmikla býráðsfundurin á Glyvrum