Nes kommuna
Kl. 13 í dag, mánadagin 12. januar, verða fýra grundstykkir seld umvegis søluskipanina á heimasíðuni hjá Nes kommunu. Í dag er talan um trý grundstykkir í nýggju útsstykkingini við Høganesvegin, og so er eitt grundstykki við Ólavsveg. (sí nes.fo)
Grundstykkini við Høganesvegin verða í løtuni gjørd byggibúgvin. Tað er Falkon, sum stendur fyri arbeiðnum. Eftir ætlan verða stykkini klár út á várið.
Falkon hevur eisini, vegna Nes kommunu, staðið fyri at leingja Høganesvegin 180 metrar. Grótið, sum er brúkt til at leingja vegin, og nú til byggibúningina av grundstykkjunum, er tikið úr lendinum oman fyri Høganesvegin.
Lendið oman fyri Høganesvegin er ætlað til íbúðarbygging. Í november 2025 samtykti býráðið í Nes kommunu at víðka um arbeiðstakarasáttmálin millum Nes kommunu og Falkon. Upprunaliga var ætlanin, at íbúðarøkið skuldi vera áleið 3000 fermetrar, men nú verður so talan um áleið 4000 fermetrar.
Nes kommuna fer eisini at gera brúk av størru grótnøgdunum til aðrar verkætlanir, eitt nú til at breiðka vegin á Agninum, oman fyri Kornvatn.
Beint fyri jól varð víðkaði sáttmálin undirskrivaður av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon.
Arbeiðið við at byggibúgva hetta íbúðargrundstykkið verður liðugt út móti sumri 2026.
