Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.09.2025 08:40

Bussur uppsteðgaði mitt á vegnum

Ein bussur hjá SSL, varð í morgun nakað áðrenn klokkan 08.00, uppsteðgaður mitt á vegnum í Gøtugjógv, og var hann orsøkin til sera langar bilrøðir.

T.d. stóðu bilar allan vegin upp um Gøtueiði. Og eisini allan vegin yvir til Norðragøtu.

Løgreglan kom á staðið og leiddi ferðsluna, inntil bussurin varð fingin av vegnum.

Sambært Landsverk, so koyra áleið 6000 bilar í gjøgnum Gøtugjógv um samdøgrið.

Spjaldur