Mynd: Helgi Abrahamsen
Lesarabræv
Hvat ætlar landsstýrið at gera, fyri at fáa fólk at brúka almennu bussruturnar meira? Tann spurningin setti eg Una Rasmussen, fyrrverandi landsstýrismanni, í heyst, og eg fari at seta Dennisi Holm, núverandi landsstýrismanni, sama spurning, tá munnligir fyrispurningar verða aftur á skrá í løgtinginum.
Í samgonguskjalinum stendur, at eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at fremja grøna orkuskiftið, og eisini stendur í skjalinum, at skipanir skulu eggja til, at millum annað sølan av bensinbilum og dieselbilum verður niðurlagað, og at grønar loysnir verða valdar ístaðin.
Grøn ferðsla er annað enn elbilar
Tá tosað verður um at minka søluna av bensin- og dieselbilum, verður vanliga hugsað um at fáa fólk at keypa til dømis elbilar. Men eitt øki, ið sjáldan verður nevnt, er møguleikin at nýta almennu bussruturnar.
Vit hava nógvar bussrutur í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv orka verið spard. Men í Føroyum hava vit als ikki siðvenju at nýta «kollektiva ferðslu». Til dømis síggja vit, at uttanfyri miðnámsskúlarnar stendur ein ørgrynna av bilum, og tá spurt verður, hví fólk ikki heldur koyra við bussi, er svarið, at bussruturnar passa illa saman við tímatalvuna.
Eg eri bangin fyri, at vit eru í teirri støðuni, at fólk velja at koyra við egnum bili, tí ruturnar passa ov illa saman við arbeiðs- ella skúlatíðirnar, og av tí at fólk heldur velja at koyra við egnum bili, er grundarlag ikki fyri at økja um túratalið hjá bussunum. Talan er sostatt um eina sokallaða ”ónda ringrás”.
Skúladagarnir hevur ymiska longd
Í svarinum frá Una Rasmussen varð sagt, at ruturnar passa væl til, at fólk kunnu møta til arbeiðis ella í skúla á flestu støðum klokkan 8 ella 9 á morgni og heim aftur seinnapartin. Tað er helst rætt, men avbjóðingin er, at nógv skulu møta seinni enn klokkan 9 og onnur fáa tíðliga frí, og eg skilji væl, at næmingar ikki tíma at sita í skúlanum í fleiri tímar og bíða eftir bussinum.
Um tímatalvan eigur at verða tillagað til bussruturnar, ella bussruturnar til tímatalvuna, veit eg ikki, men orku- og umhvørvispolitiskt hevði tað verið ein stórur fyrimunur, um hesi tingini fingust at passa saman.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður