Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2025 14:15

Busskort til lærlingar

52a spurningur sum Hervør Pálsdóttir setti Djóna Nolsøe Joensen

Í dag er tað soleiðis, at lesandi –bæði á miðnámi og hægri lestri – fáa skúlakort fyri at sleppa aftur og fram frá bústaði til lestrarpláss. Lærlingar fáa ikki skúlakort, men hava rætt til koyripengar. 

Tó eru tað nógvir lærlingar, ið eru undir 18ár, og tískil hava útreiðslur av flutningi, men ikki møguleika til endurgjald. Við eini lærlingaløn kann ferðaflutningur sostatt gerast ein tungur postur. 

Tí hevur Hervør Pálsdóttir sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í Útbúgvingarmálum ein spurning eftir § 52a.

1 )Er landsstýrismaðurin sinnaður at kanna møguleikan at veita lærlingum skúlakort, eins og lesandi?

2) Hvat hevði tað kostað, um lærlingar fingu skúlakortí samband við útbúgving sína?

Hervør Pálsdóttir
Tingkvinna fyri Tjóðveldi