Russisk fraktskip sigla beinleiðis úr Murmansk til havnir í ES. Soleiðis skrivar Fishfacts á heimasíðu síni, har mynd av siglingarleiðini eisini er viðfest. Og sum skilst, so er hetta ikki eitt eindømi. Og langt frá tí.
Og sambart altjóða miðlinum Reuters, so er enn heilt nógv samstarv millum tey 27 limalondini í ES og Russland, hóast ES sigur seg hava sett harðastu sanktiónir í gildið, sum nakað land nakrantíð hevur sett einum øðrum landið.
Tí kann hetta storliga undra, nú allar havnir í Føroyum ligga skralltómar fyri russisk skip, og mest sum alt samstarv frá føroyskari síðu við Russland er kvett. Alt meðan grannarnir fyri eystan Norra og eisini ES, samstarva dag og dagliga uttan nakrar trupuleikar við Russland.
