Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.02.2024 08:52

Burðardygd fyri báðar tær týdningarmestu vinnur okkara  

Skrivligur fyrispurningur/ Hanna Jensen

Alivinnan er ein hátøknilig vinna, sum hevur verið í sera stórari framgongd seinastu áratíggjuni. Og tað er ikki at reypa, tá vit siga, at vit liggja fremst í heiminum í laksaaling. Hetta tí havlívfrøðiligu fortreytirnar at ala laks á føroyskum firðum eru framúr, men mest tí, vit hava havt framfýsin og dugnalig fólk á økinum leingi. Fólk, sum hava vágað og viljað meira og meira, tá tað kemur til dygd, nøgd, djóravælferð og nógv annað.

Tað skerst ikki burtur, at havið er torskilt sum frumevni, og samanspælið millum alt lív og allar kreftir í havinum er bert kent í ávísan mun. Granskað verður á fleiri stovnum í føroyska samfelagnum í viðurskiftum, sum hava við okkara havøki og vinnurnar, sum troyta havið, at gera. Tær báðar størstu vinnurnar í Føroyum eru alivinnan og fiskivinnan, og tær liva síðu við síðu í somu vistskipan. Vit eiga javnan at spyrja, hvussu tær ávirka sítt egna umhvørvi, hvussu tær ávirka hvørja aðra, og hvussu onnur viðurskifti ávirka tær báðar. 

Náttúrubroytingar, uppsjóvarfiskur inni á grunninum, stór nøgd av kópi, økt alivirksemi eru nakrir av faktorunum, sum kunnu broyta fortreytirnar í føroysku vistskipanini munandi.

Spurningurin er, um samlaða vitanin um okkara vistskipan er nóg stór, og um vit veruliga gera alt, sum vit kunnu, fyri at økja støðugt um okkara vitan. Vitan um, hvussu nýggj vinna, nýggj tøkni og nýggir arbeiðshættir ávirka vistskipanina – og her m.a. heilt ítøkiliga ungfisk og yngul hjá øðrum fiskasløgum. Men eisini vitan um, hvørjir tættir av alivinnu kunnu ávirka havumhvørvið í Føroyum í síni heild og harvið alivinnuna sjálva upp á sikt. 

Havið er okkara grundtreyt í Føroyum og fyri framhaldandi at kunna menna alivinnuna og fiskivinnuna er neyðugt, at vit spyrja okkum sjálvi, um vit hava nóg nógva vitan til at taka avgerðir nú og í framtíðini. Eisini avgerðir, sum kunnu tryggja, at vit varðveita burðardygd fyri báðar tær týdningarmestu vinnur okkara.

Tí havi setti eg 14. februar landsstýrismanninum í vinnumálum hesar spurningar:

1. Hvørjar kanningar verða gjørdar av umhvørvisárinum av alivinnuni kring Føroyar,   herímillum ávirkan á onnur fiskasløg?

2. Kennir mann allar avleiðingar av avlúsing við kemiskum evnum ella feskvatni á yngul og ungfisk hjá øðrum fiskasløgum?

3. Veit mann, hvussu nógv ljósini í aliringunum draga at sær av djóraæti, ungfiski og yngli hjá øðrum fiskasløgum?

Eg vænti mær svar mánadagin 26. februar.