Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.06.2025 09:42

Bundin – Grýlupoppur frá Døgg Nónsgjógv

Tíðindaskriv

Í dag, mikudagin 18. juni, kemur næsta staklagið út frá komandi heildarútgávu hjá Døgg Nónsgjógv.
Talan er um eitt myrkt popplag við fangandi rytmu, sum eitur “Bundin”.

Teksturin snýr seg um at kenna seg fastan í einum ringum parlagi. Hóast tú veitst, at tú eigur at fara, er so nógv, ið ger, at tað ikki kennist møguligt. Tú veitst, at okkurt er ikki sum tað eigur at vera, men tú verður verandi og situr eftir við kenslum sum skomm, ræðslu og iva.

Lagið er skrivað í felag við Høgna Lisberg og er innspælt í studio við Gøtugjógv, har Høgni og Jan Rúni Poulsen hava spælt ljóðførini.

“Vit vildu, at ljóðið skuldi lýsa hesa ógreiðu støðuna. Og tá Jan Rúni kom aftur í studio nakrar dagar seinni og hoyrdi upptøkurnar, segði hann, at tað ljóðaði sum ‘grýlupoppur’. Hetta hildu vit vera eina góða lýsing av ljóðinum, og hava vit hildið fast við hana síðani.”

“Bundin” er tøkur á øllum stroymingartænastum. 

Hoyr nýggja staklagið her: https://orcd.co/bundin
Fylg Døgg á Instagram: https://www.instagram.com/doggmusic/