Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.04.2026 17:15

Bundifestivalurin 2026 er byrjaður

Bindifestivalurin

Bindifestivalurin 2026, sum verður hildin í Fuglafirði, lat dyrnar upp í morgun kl. 08.00.

Bindifestivalurin sigur soleiðis um festivalin sum verður hetta vikuskiftið: 


Hvør dagur brýtur frá øðrum og hevur ymisk “onnur tiltøk” at bjóða.
Uttandura verður tú leidd runt í býnum millum standmyndir og veggjaprýði, – og fært frásøgu um halgidómar. – Ella kom út um bøgarðarnar at lurta eftir tínum egnu tonkum.

Vilt tú hava pulsin eitt sindur upp, kanst tú royna trapputúrin, burtur frá ferðsluni, oman og niðan sniðgøtur og trappur. Ella hví ikki loypa á sjógv og gleðast um, at hitarúmið bíðar tær?
Hevur tú eina løtu, kunnu kafeirnar forkela teg við kaffi og søtum. – Spennandi verður, hvørjar sterkar og dugnaligar kvinnur eru við í sofaprátinum.


Hæddarpunktið er veitslan fríggjakvøldið, tá bæði matgleðin og tað góða huglagið renna saman í eina hægri eind.

Skrá 2026

Sí skránna niðanfyri