Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.01.2026 22:35

Búnaðarstevnan 2026 verður leygardagin 14. februar 2026 í Varpinum í Klaksvík

Tíðindaskriv

Higartil hevur Gamla Seglhúsið í Klaksvík fyriskipa tíggju búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020, februar 2022, februar 2023, februar 2024 og februar 2025.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað.

Í ár er valár og tíðskil ein góður møguleiki at seta fokus á fleiri viðkomandi viðurskiftir, har tann politiska skipanin má traðka til.

Dagurin annars fyrigongur seg í Varpinum og umframt kaffi og okkurt leskandi til góman ígjøgnum allan dagin, verður borðreitt við stórum fjølbroyttum miðmála, har serligur dentur verður lagdur á føroyskt framleiddan viðskera.

Neyðugt er at boða frá og skráseta luttøku, og er kostnaðurin kr. 250,00 fyri hvønn, har alt er íroknað, ráðstevna, matur vm.

Tilmeldingin fer fram umvegis fylgjandi leinkjur:

https://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/2857007/order/info

Skrá:

                          Fundarstjóri: Kári Thorsteinsson

10:00               Skráseting

10:30               Karl Johansen, borgarstjóri setur ráðstevnuna

10:40               Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum

11:10               Búnaðarstovan

  • Tróndur G. Leivsson, stjóri
  • Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi

12:00               Miðmálið

13:00               IRF – Tað sum eftir er

IRF hevur tikið stig til eina nýggja og spennandi verkætlan, sum skal kveikja áhugan fyri avroðum – ein rávøra, sum hevur stórt virði bæði fyri heilsu og burðardygd. Við nýggju heimasíðuni www.avroð.fo verður tað nú lættari hjá føroyingum at fáa fatur á avroðum og læra meira um teirra nýtslu.

Avroð eru ein delikatessa, og er ein natúrligur partur av føroysku mentanini og náttúruni. Tí er tað okkara vón, at vit í Føroyum aftur kunnu síggja virðið í hesum tilfeingi, heldur enn at blaka tað burtur og brenna tað.

13:20               Heilsufrøðiliga Starvsstovan – Ridliskriðið – status

13:50               MBM – ein sentralur framleiðari av mjólkaúrdráttum.

  • Mjólkavinnan í dag
  • Ís og ostframleiðsla

14:10               Tann Grøna Matveitingin

Tann Grøna Matveitingin fer undir eina verkætlan at keypa, hagreiða og selja tilsamans fimm tons av rótum úr Stóru Dímun. Verkætlanin hevur fingið játtað 258.000 krónir í stuðli frá Tilfeingis- og vinnumálaráðnum. Verkætlanin er ein roynd at virðisøkja og leingja haldførið á føroyskum grønmeti og at tryggja grundarlagið undir framleiðsluni. 

Talan er um samstarv millum Ta Grønu Matveitingina, Dímunargarð, Mat- og tilfeingishúsið og Búnaðarstovuna.

Verkætlanin kann verða ein liður í at styrkja føroyska mat- og grønmetisframleiðslu, sigur Joan Sørensen, sum eigur og rekur Ta Grønu Matveitingina.

14:30               Snorri Patursson – kostráðini vit atlitið til føroykst framleiddar landbúnaðarvørur

14:50               Hagstovan – Innflutningur – føroysk framleiðsla

15:10               Kallsgarður – Trøllanes

15:30               Felagið Føroysk Ross

15:50               Framløgur liðnar – kaffi vm.

16:15               Kjakfundur    

                          Landbúnaðurin á einum vegamóti, og fleiri spurningar eru, heldur enn svar, m.a.

  • Jarðarviðurskiftir hjá Festarum eru ikki nøktandi og mugu endurskoðast.
  • Hvat vil man við menning av føroyskum landbúnaði, tá ið man eitt nú frítekur útlendskt framleiddar landbúnaðarvørur fyri mvg.
  • Hvussu ætlar man politiskt at syrgja fyri at fortreytirnar fyri at reka føroyskan landbúnað verða gjørdar nøktandi og attraktivar frameftir.
  • Føroyskur landbúnaður og matvørutrygd í einum alt meiri ótryggum heimið.

Jón Brian Hvidtfeldt verður orðstýrari.

Umboð fyri allar politiskur flokkarnar verða í panelinum.

Kjakfundurin verður alment stroymdur í samráð við Norðlýsið.

18:00               Liðugt