Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.02.2023 20:36

Búnaðarstevnan 2023 verður á Skúlatrøð í Klaksvík leygardagin

Mynd: Búnaðarstevnan

Búnaðarstevnan 2023 verður leygardagin 18. februar 2023 á Skúlatrøð í Klaksvík.

Higartil hava verið fyriskipaðar sjey búnaðarstevnur, í ávikavist januar 2014, januar 2015, februar 2017, februar 2018, februar 2019, februar 2020 og februar 2022.

Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað. 

Á stevnuni eru fleiri framløgur, sum eru viðkomandi fyri føroyskan landbúnað. Fólk úr vinnuni og onnur fakfólk, áhugafólk, politikkarar og fólk sum hava áhuga fyri hesum økinum hittast til eitt gott prát og kjak, alt hetta soleiðis at vit kunnu flyta okkum fram á leið til gagns fyri okkum øll og verða meiri sjálvbjargin og tilvitað um okkara búnaðarmøguleikar og viðurskiftir sum heild.

Neyðugt er við tilmelding:

https://seglhus.atgongumerki.fo/webshop/event/1450159/order/main

https://www.bunadarstevna.fo/tilmelding.html

www.bunadarstevna.fo