- viðmerkingar frá Kommunufelagnum um løn undir útbúgving
Menn undir trýsti gerast skjótari mismæltir enn táið spent verður frá. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, var sjónliga sperdur í Degi & Viku í gjárkvøldið, og var hann ikki mismæltur, so var landsstýrismaðurin serdeilis ósannferigur, táið hann royndi at sópa fyri sær upp í leypin hjá Kommunufelagnum.
Lat ongan iva vera um, at Kommunufelagið av fullum og heilum huga tekur undir við allari uppstiging í førleika, eisini tá tað snýr seg um útbúgvingar á heilsuøkinum, men støðan er bara hon, at næsti leikurin er ikki okkara. BUMR, og bara BUMR, eigur næsta leikin, men eftir øllum at døma firnast Djóni nú verkliga talvborðið, táið hann ikki ynskir at flyta næsta leikin, sum kann fáa Javnaðarfloksins mikið promoveraða mál á slóðina aftur m.a. til bata fyri tey, sum kommunurnar varða av á eldraøkinum. Hvørki kommunur ella eldrasamstørv eiga nakran myndugleika, táið tað snýr seg um útbúgvingar – tann myndugleikin liggur total-isoleraður á adressuni J.H. Schrøters gøta 7 í høvuðsborg Føroya.
Uppskotið um broyting í løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving varð samtykt við 3. viðgerð á Føroya løgtingi hin 24. apríl 2025.
At hendan lógarbroytingin er samtykt og lýst, hevur ikki tað við sær, at nevndu fakbólkar alt fyri eitt fáa løn í útbúgvingartíðini. Veruleikan er hinvegin hann, at hendan sama lógin bert er ein heimild, sum parlamentið hevur latið landsstýrismanninum, soleiðis at hesin nú kann fara undir at seta eina skipan við løn undir útbúgving í verk á viðkomandi øki.
Støðan í málinum er sostatt hon, at Føroya Løgting fyri einum mánaða síðan hevur givið landsstýrismanninum eina heimild, sum hann enn ikki hevur sett í verk. Í løtuni bíða vit tí bert eftir landsstýrismanninum.
Lógaruppskotið sjálvt er annars so sára stutt og einfalt. Talan snýr seg bara um eina heimild, sum lítið og onki sigur um, hvussu ein skipan við løn undir útbúgving sær út í verki. Tað stóra arbeiði hjá landsstýrismanninum kemur nú:
Hann skal áseta í kunngerð, hvørjar útbúgvingar eru fevndar av skipanini um lønarendurgjald. Eisini skal hann áseta reglur um lønarendurgjald, eitt nú freistir, avmarkingar fyri tíðarskeiðið, fráboðanarskyldu arbeiðsgevarans og treytir til neyðuga skjalfesting, umsiting o.a.
Umframt tað, at starvsfólk vera upptikin á Heilsuskúla Føroya, so er útbúgvingarsáttmáli millum starvsfólk og arbeiðsgevara eisini ein treyt fyri, at starvsfólk kunnu fáa løn undir útbúgving. Landsstýrismaðurin skal áseta nærri reglur um treytir og innihald í útbúgvingarsáttmálunum.
Eisini skal hvør einstakur arbeiðsgevari góðkennast sum útbúgvingarstað.
Afturat hesum skal landsstýrismaðurin broyta ta kunngerðina, sum skipar útbúgvingarnar, soleiðis, at so stórur partur av starvstíðini (praktikktíðini), sum møguligt, hjá teimum sum verða innskrivað á Heilsuskúla Føroya, verður avrikað í kommunalum regi.
Kommunurnar hava eisini gjørt greitt, at Heilsuskúli Føroya eigur at verða meiri smidligur í mun til fjarundirvísing. Um partur av skúlatíðini kann skipast sum fjarundirvísing vil tað økja munandi um áhugan hjá kommununum at taka lærlingar inn í skipanina. Tí mega broytingar eisini gerast á hesum mótinum, skal ferð fáast á málið um at útvega starvsfólk og fakligan førleika til m.a. eldraøkið.
Umframt hetta skal kommunala arbeiðsgevarafelagið (KAF) fara undir samráðingar við viðkomandi fakfeløg um útbúgvingarløn og treytir annars í hesum sambandi. Tað er altíð trupult at meta um, hvussu langa tíð samráðingar taka, hinvegin hevur landsstýrismaðurin ikki áneyðir at bíða eftir hesum í sínum kunngerðarverki. Hinvegin er tað ikki týdningarleyst, í mun til samráðingarnar, hvussu landsstýrismaðurin ítøkiliga ætlar at skipa lærlingaútbúgvingarnar.
Í Degi & Viku, í gjárkvøldið, róði landsstýrismaðurin framundir, at kommunurnar í áravís skulu hava forðað fyri uppskotum um løn undir útbúgving. Hetta er á ongan hátt rætt. Hetta er ein blóðskeiv útsøgn. Tað er hinvegin rætt, at kommunurnar í fleiri umførum hava sagt sína ærligu meining um uppskot, sum í fleiri førum hava verið gjørd í skundi, av handahógvi, uttan at neyðuga fyrireikingararbeiðið er gjørt til lítar. Vónandi endurtekur tað evnaloysi seg ikki í hesum umfarinum líka.
Tað stutta av tí langa í hesum málinum er, at bólturin liggur hjá landsstýrismanninum.
BUMR eigur næsta leikin, og honum bíðar øll tjóðin nú eftir.
Sjá eisini: https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/05/22/utbugving-vid-lon-i-leysum-lofti
Tórbjørn Jacobsen