Byggivirkið KBH
Uttanumøkið verður nú asfaltera og uppmerking av P-plássum verður eisini gjørt í næstum.
Íbúðarbygningurin er í trimum hæddum við 18 íbúðum, staðsettur á Kneysum á Toftum.
Talan er um eina verkætlan, har Bústaðir saman við Almannaverkinum hava avtala bygging av íbúðum til ein búfelagsskap.
Íbúðirnar eru uml. 50 fermetur. Afturat íbúðunum eru felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.
Aftanfyri bygningin er eitt elevatortorn, trappur og svalagongd við atkomu til íbúðirnar. Frammanfyri bygningin eru altanir, terrassur og parkering.
Byggivirkið KBH hevur veri heildararbeiðstakari av verkætlanini.
Byggingin hevur hildið avtalaðu tíð og kostnað.
Myndir: Byggivirkið KBH






