Í gjár 24. juni var Bryne FK á vitjan hjá Hødd á Nye Høddvoll Stadion í OBOS-ligaen, sum er norska næstbesta deildin.
Tað hevur ikki gingið eftir vild, hvørki hjá Bryne FK ella hjá Noah Mneney í seinastini. Seinastu 4 dystirnir eru allir taptir og tí hevur tað ikki sæð so gott út hjá liðnum úr Rogaland. Men í gjár eydnaðist tað so loksins Bryne FK at hála ein tepran 1-0 sigur heim, sum eisini ger, at teir nú liggja á 13. plássi á stigatalvuni.
Noah Mneney var innskiftur í 84 minutti.
Komandi dystur hjá Bryne FK er á Bryne stadion 2. juli móti Raufoss.