Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.08.2025 10:39

Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ingilín!

Lesarabræv

Eg vil við hesum svara aftur til úttalilsini hjá Ingilín D. Strøm um føroysku sendistovuna í Tel Aviv. Hennara ákærur eru bæði ósannar og politiskt litaðar – og tær gera einki fyri friðin, heldur øvugt.

Fyri tað fyrsta er tað týdningarmikið at skilja, at Ísrael fegin vil veita hjálp og mat til fólkini í Gaza. Men hjálpin má latast á ein rættan og skipaðan hátt – ikki í hendurnar á Hamas, eini yvirgangsrørslu, sum hevur víst seg fullkomiliga ábyrgdarleysa í mun til sítt egna fólk. Hamas brúkar sivil sum verjur, heldur enn at verja tey. Hetta hevur verið staðfest aftur og aftur.

Kríggið kann enda í dag – um Hamas vil. Ísrael ynskir sínar gíslar heim og eitt trygt lív fyri sítt fólk, sum í áravís hava livað undir støðugum rakettálopum. Hetta er ikki eitt kríggj um landaøki – Ísrael gav Gaza burtur í 2005. Men fólkið valdi Hamas, og tað hevur verið til teirra vanlukku. Síðani Hamas endaliga tók valdið í 2007, hevur leiðslan brúkt økið til at grava tunlar og skjóta rakettir, heldur enn at byggja eina framtíð fyri sítt fólk.

Í vikuni kom eg heim frá Singapore – eitt land tvífalt so stórt sum Gaza, men við trimum ferðum fleiri íbúgvum. Har er reint, friðarligt og væl skipað. Fólkið – av ymsum átrúnaðarligum og etniskum uppruna – livir í sátt. Tey hava eingi stór náttúrutilfeingi, men við góðari leiðslu hava tey bygt eitt framkomið samfelag. Gaza kundi verið ein slík sólskinsøga. Óteljandi milliardir eru latnar økinum ígjøgnum árini, men í staðin fyri uppbygging eru pengarnir farnir til at fíggja yvirgang.

Veruleikin er, at 20% av ísraelsku borgarunum eru palestinskir arabarar, sum hava somu borgararættindi sum øll onnur í Ísrael. Ísrael er eitt rættarsamfelag og demokrati. Gaza er hinvegin eitt øki har Hamas – ein víðgongdur, islamistiskur yvirgangsfelagskapur – hevur hildið fast við valdið uttan at skipa val síðani 2006. Hvat sigur tað okkum um, hvør ynskir frið og fólkaræði og hvør ikki?

Vit eiga at flyta fokus til rætta stað – tað er Hamas, ið er hin veruliga forðingin fyri friði. Hamas vil hvørki tví-stats loysn ella sameining. Tey velja harðskap, hóast tað rakar teirra egna fólk. Tí skal trýstið leggjast á Hamas – ikki Ísrael, sum verjir seg sjálvt og sínar borgarar.

Ingilín nevnir, at peningurin til sendistovuna kundi verið brúktur til ungar læknar í Føroyum. Men her er júst eitt dømi um, hvat sendistovan kann brúkast til! Ísrael er ein heimsleiðari innan læknavísindi og medisin. Hví ikki brúka sendistovuna til at menna samstarv millum føroyska og ísraelska heilsuverkið? Tað kundi givið føroyskum læknalesandi og nýútbúnum læknum møguleikan fyri starvsvenjing á høgum tøkniligum stigi – til gagns fyri føroyska heilsuverkið.

Øll ynskja vit, at fólkini í Gaza fáa eina betri framtíð. Men tað kemur ikki at henda, so leingi Hamas situr við valdið og brúkar sínar egnu borgarar sum skjól í kríggi. Gaza kundi verið eitt nýtt Singapore – við demokratiskari leiðslu, góðari stýring og framtíðar vón fyri unga ættarliðið! Vónandi er tað framtíðin fyri Gaza og tess íbúgvar!

Sendistovan í Tel Aviv er ein gyltur møguleiki fyri Føroyar – vinnuliga, vitanarliga og diplomatiskt. Longu nú er útflutningurin vaksin munandi. Ísrael er ein samstarvsfelagi í heimsflokki innan KT, gransking og læknafrøði. Vit kunnu læra nógv!

At krevja, at sendistovan skal latast aftur, byggir á skeivar fortreytir og eina veika grundgeving. Tað hevði verið ein stórur feilur. Friður skal byggjast á veruleika og varandi loysnir – ikki romantiskar ímyndir.

So góða Ingilín – heldur enn at leggja sendistovuna niður, brúka hana meira og styrk okkara samband við eitt av heimsins fremstu samfeløgum.

Vinarliga,

Bjørgfinnur Heinesen, formaður ICEJ Føroyar