Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.03.2026 14:18

Broyttir samgongumøguleikar?

Lesarabræv

Fólkaflokkurin tódnar 2 tingfólk niður í 10 tingfólk í veljarakanningina, ið spyr.fo gjørdi 12. mars vegna Kvf og portal.fo/FM1, samamborið við veljarakanningina gjørd 26. februar. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa 1 tinglim hvør og fara upp í 6 tinglimir. Sambandsflokkurin er óbroyttur við 7 tinglimum og somuleiðis Framsókn og Miðflokkurin við 2 tinglimum.

Matematisku møguleikarnir at skipa samgongu eru framvegis teir somu, íalt 32 samgongur við 17 tinglimum. Onkrar smærri broytingar eru í onkrum samansetingum, men yvirskipaða myndin er tann sama. Fólkaflokkurin hevur buktina og báðar endarnar. 

Politisku møguleikarnir at skipa samgongu eru færri enn teir matematisku, men søguliga sæð er tað komið fyri, at óvæntaðar samgongur uppstanda. Ynskir sitandi løgmaður, ið hevur samráðingarrættin, at halda áframm sum løgmaður, má tað gerast uttan um Fólkaflokkin, tí hesin verður ivaleyst størsti flokkur og fer væntandi at krevja løgmannssessin. 

Løgmaður kann telja upp í 17 við Sambandsflokkinum og teim smærru flokkunum, tvs Framsókn og Miðflokkinum. Riggar hetta ikki, kann hann royna møguleikarnar við Sambandsflokkinum og Tjóðveldi. Tað hevði givið 19 tinglimir. Hartil hevði borið til at dyrgt eftir teim smærru flokkunum og fingið 21 ella 23 tinglimir. Men er møguleikin við Sambandsflokkinum og Tjóðveldi serliga sannlíkur? 

Kemur Javnaðarflokkurin ikki á mál við at skipa samgongu undir síni leiðslu, fer samráðingarrætturin til Fólkaflokkin. Hesin kann síðani velja og vraka og meta um, hvussu nógv av egnum politikki fæst í eitt samgonguskjal. Er tað ein heilt smøl tvey flokka samgonga, tvs Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, við 17 tinglimum? Ella er tað ein trý flokka samgonga við 22-23 tinglimum? 

Tann størra av slíkum er ein ABC-samgonga, eisini nevnd heimastýrissamgongan, við 23 tinglimum. Hin sannlíka trý flokka samgongan er ACE við 22 tinglimum, sum kanska vildi blivið nevnd tjóðarsemjusamgongan, og sum tá snýr seg um ríkis- og ríkjafelagsskap, verandi heimssstøðu og altjóða limaskap og umboðan. Veikleikin við tjóðarsemjuni tykist í løtuni vera at ítøkiliggera hana.

Triðja trý flokka samgongan er ABE, sum nokk matematiskt er ein møguleiki, men er hon tað politiskt? Síðani eru tað møguleikarnir við fýra-seks flokka samgongum, har ið Fólkaflokkurin saman við einum ella tveimum størri flokkum og teim smærru flokkunum. Ímóti hesum leistinum talar, at við ov nógvum flokkum í eini samgongu verður tað torførari at gera samgonguskjal.

Um veljarakanningin verður endaliga valúrslitið, kann Fólkaflokkurin frítt velja, hvønn veg ið hann ynskir at fara, uttan so at sitandi løgmaður fær eina 17-18 tinglima samgongu saman við Sambandsflokkinum og smærru flokkunum. Ella hann fær Sambandsflokkin og Tjóðveldi at kasta saman.

Niels Juel Arge

Lóður almannakunngjørdi í gjár eina veljarakanning gjørd fyri Kvf 9.-13. mars, har ið Tjóðveldi misti ein tinglim til Miðflokkin í mun til veljarakanningina hjá spyr.fo 12. mars. Tjóðveldi fer niður á 5 tinglimir og Miðflokkurin upp í 3 tinglimir. Hetta broytir ikki samgongumøguleikarnir nógv. Skal nakað broytast, má tingmannatalið ímillum teir fýra størru flokkarnar javnast meira út. Ella Sjálvstýri fær 1 tinglim.