Tilfeingis- og vinnumálaráðið
Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum hummarabáti í økinum Sunnan fyri Streymin, á Kollafirði, Tangafirði, Skálafirði og Kaldbaksfirði.
Bátarnir, sum hava loyvi at royna eftir hummara í hesum økinum, hava felagskvotu við hámarki fyri hvønn bátin.
Tølini vísa, at higartil í ár eru fiskað góð 37 tons av felagskvotuni á 54 tons. Nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at øll felagskvotan fer at verða fiskað.
Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti.
Við broytingini kunnu tey, sum hava loyvi at royna eftir hummara í økinum, halda fram restina av árinum, hóast tey hava fiskað upp til hámarkið.
Broytingin fær gildi í dag, 16. desember 2025.
