Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett eina broytingartilgongd í verk, fyri at fáa ein betri samanhang í sernámsfrøðiliga virksemið í undirvísingarverkinum og á dagstovnaøkinum og loysa avbjóðingarnar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á Sernámi.
Tað hava verið innanhýsis avbjóðingar við sálarliga arbeiðsumhvørvinum á Sernámi, sum arbeitt verður við at loysa. Talan er um eitt virkisøkið, sum ofta er undir stórum trýsti, har loysnirnar í flestu førum ikki eru einfaldar og eyðsýndar. Eftir at hava viðgjørt støðuna eru Barna- og útbúgvingarmálaráðið og stjórin seinastu 7½ árini, Margreth F. Olsen, komin ásamt um, at hon gevst í starvinum nú ein størri broytingartilgongd verður sett í verk.
Tóra Petersen er fyribils sett sum stjóri á Sernámi. Tóra Petersen er 49 ára gomul og útbúgvin sálarfrøðingur og PhD. Hon hevur seinastu árini arbeitt á Námi sum trivnaðarráðgevi í fólkaskúlanum, og verið í tøttum samstarvi við Undirvísingarstýrið og Barnaverkætlanina um fleiri verkætlanir.
Sernám kemur frameftir at vísa til Undirvísingarstýrið. Stjórin í Undirvísingarstýrinum fær saman við stjóranum á Sernámi uppgávuna at virka fyri einum betri samanhangi millum virksemið í fólkaskúlanum og á Sernámi. Nám verður eisini partur í hesi samskipanini. Atlit verður tikið til, at Sernám umframt virksemi í skúlanum eisini hevur virksemi á dagstovnaøkinum og á miðnámi.
Farið verður beinanvegin undir eina tilgongd at fáa innanhýsis viðurskiftini á Sernámi rættað upp í góðum samstarvi við starvsfólkini.
Næsta stigið í strategisku tilgongdini er saman við umboðum fyri skúlaleiðslur, førleikastovur, dagstovnar o.o. at verða við til at samskapa nýggjar loysnir fyri, hvussu virksemið kann verða lagt til rættis, soleiðis at ein so góð tænasta sum møguligt kann verða veitt børnum og ungum á sernámsfrøðiliga økinum.
Aðrir samstarvspartar verða eisini við í tilgongdini, sum kemur at verða skipað innan karmarnar av Barnaverkætlanini, sum leggur tilgongdina til rættis. Tað snýr seg um knýtið til Heilsuverkið, Almannaverkið, Barnaverndarøkið, Gigni v.m.. Málið við Barnaverkætlanini er at seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu pørtunum og at virka í felag fyri, at tænasturnar verða sameindar og samskipaðar, fyri at røkka einum so góðum úrsliti sum møguligt.
Ein virkisætlan verður løgd fyri strategisku tilgongdina tað komandi hálva árið, har allir viðkomandi partar verða tiknir við. Innanhýsis avbjóðingarnar á Sernámi skulu verða loystar, og ítøkilig uppskot til nýggjar samstarvshættir skulu verða samskaptir av pørtunum og klárir at royna í verki.
Virksemið heldur ótarnað áfram á Sernámi og innan sernámsfrøðiliga øki í síni heild. Í tann mun, sum tillagingar mugu gerast fyri at fremja strategisku tilgongdina, verður hetta gjørt so skynsamt sum møguligt og í góðum samskifti millum partarnar.