Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.06.2025 12:42

Broytingar innanfyri ríkiseindina

Helgi Abrahamsen (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Lesarabræv

Í dag er ríkisfundur á skránni. Aksel Johannesen, Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen skulu tosa um uttanríkispolitiskar heimildir, og tað ljóðar, at Løgmaður skal leggja fram eitt føroyskt ynski um eitt ella annað, sum fimm av seks flokkum í Løgtinginum eru blivnir samdir um. Akkurát hvat henda semjan snýr seg um, fæst ikki at vita, og tað virkar sum at tey ið hava gjørt semjuna vita heldur ikki.

Jú – Hervør Pálsdóttir, tingbólkaforkvinna fyri Tjóðveldi skrivaði í eini grein í gjár, at tað snýr seg um at vinna Føroyum sjálvsavgerðarrætt og neyðugar uttanríkispolitiskar heimildir (millum annað viðvíkjandi limaskapi í WTO). Tjóðveldi hevur fyrr sagt, at hetta kann bara lata seg gera, um vit fyrst fara úr ríkisfelagsskapinum.

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sigur í eini aðrari grein, at semjan snýr seg ikki um loysing, men um loysnir.

– Onnur vil gera broytingar, sum krevja loysing, meðan hin vil gera somu broytingar uttan loysing – breið semja! 

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum (sum stuðlar samgonguni í hesum málinum), segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at fyri teimum var ikki so avgerandi, um hetta var innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, og hann vildi heldur ikki krevja, at veljararnir sluppu til orðanna á eini fólkaatkvøðu. Tað tykist sum at hann vil bara vera við fyri ein og hvønn prís.

Fyri Sambandsflokkin er málið púra greitt. Vit ynskja at gera nakrar broytingar, og teimum hava vit boðað frá á einum tíðindafundi fyri einum lítlum ári síðani. Men fyri okkum er eingin ivi um, at hesar broytingarnar skulu verða gjørdar innanfyri ríkisfelagsskapin. Vit vilja undir ongum umstøðum seta trygdina hjá føroyingum í vanda við at taka loysing. Verður farið útum ríkisfelagsskapin, so eru vit ikki við!

Tað sum undrar meg við øllum hesum er, at í ár er fyri fyrstu ferð ein nevnd sett sambært § 6 í Heimastýrislógini at taka støðu til ivamál um tulkingar av somu lóg. Nevndin skal taka støðu til, um Føroyar sum heimastýri kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í WTO ella ikki, og hon verður eftir ætlan liðug við sítt arbeiði seinni í ár. 

Í samfull 77 ár hevur hesin møguleikin staðið opin uttan at vera brúktur, men nú tá ein nevnd endiliga – fyri fyrstu ferð – situr og arbeiðir, og næstan er komin á mál, so verður á mállinjuni farið aðrar vegir fyri at finna aðrar loysnir á somu avbjóðing. Hví bíðar landsstýrið ikki til nevndin er liðug við sítt arbeiði? – Tá fæst í hvussu so er at vita hvør hevur rætt – Hervør Pálsdóttir ella Kristianna Winther Poulsen.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin