Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 21:52

Broytingar í sjófeingislógini – Nærstandandi feløg 

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Lesarabræv

Fyri meg snýr hetta seg um “Fólksins vilja”. Løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum vit skulu fyri halda okkum til.  

Hetta snýr seg ikki um persónar ella økir í landinum, sum man dúgliga fær tað at ljóða sum um. Hetta snýr seg um lógina um sjófeingið, sum er samtykt á Føroya Løgtingið. 

Í galdandi lóg um sjófeingið, eru ásetingar um miðsavningarreglur settar. Tær vóru millum annað staðfestar við lógini, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin v.f. fingu samtykta á Føroya Løgtingið fyri fáum árum síðani. Tað er støðan í dag. Tað er ásett, hvat hægstamarkið av hvussu nógv % av hvørju fiskaslag ella hvussu nógvar fiskidagar,hvør aktørur kann eiga. Tað var stór politisk semja um tað. 

Av einari ella aðrari orsøk, so var ásetingin um Nærstandandi feløg ikki tikið við, tá miðsavningarreglur kom í lógina upprunaliga. Men ásetingin um Nærstandandi persónar var við. Altso, lógin er galdandi um nærstandandi persónar og ikki um feløg, sum annars er púra vanligt í kappingar-lóggávu. 

Øll feløg í Føroyum, uttan eitt, har hesar miðsavningar reglar hava, ella kunna koma at hava eina ávirkan á, hava skipað seg soleiðis, at øll loyvir vera kanaliseraði gjøgnum eitt móðurfelag. Á heimasíðuni hjá vorn.fo undir ognaryvirlit síggja tit akkurát, hvussu feløgini eru skipaði. Sera áhugavert. 

Altso, eigaranir hava eitt móðurfelag, sum so stendur fyri skiparakstrinum. Tað er Greitt, og tað er gjøgnumskygd fyri bæði Løgtingið og ikki minst fyri Føroya Fólki. 

Tað eina samtakið hevur ikki skipað seg soleiðis, og er tað tískil helst eisini tað einasta, sum veruliga følir hesa broytingina her og nú. Tað er rætt. Men lógin er altso galdand fyri øll, og rakar eisini onnur.   

Lat meg undirstrika við tað sama, at hetta Samtakið/felagið sum merkir broytingina nú,   ger onki ólógligt. So hetta felagið kann ikki ábyrgdast fyri nakað, ella fyri íkomnu støðuna. 

Men tann samansetingin hetta Samtakið hevur, hevur við sær, at reglurnar í galdandi lóg, ikki virka eftir ætlan. Og tað mugu vit fyrihalda okkum til, og ikki bara rulla avbjóðingina frammanfyri okkum, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin vildu í dag. Vit eiga at loysa avbjóðingar í fiskivinnuni, og ikki bara tosa um tær.  

Veruleikin í dag er, at við hesari samansetingin av feløgum og skipum, so kann hetta felagið ogna sær nógv fleiri rættindir, enn lógin annars ætlar.  

Fyri at nevna nøkur dømir. So kann P/F Fossá, sum eigur skipini Eivind og Mars, at kallað ikki vaksa. Teir hava í dag knøpp 20% av rættindunum í bólki 3. Framjherji og fleiri kunnu ikki heldur ikki ”vaksa” (eigararnir eru nærskildi persónar), tí tey hava eisini knøpp 20% av rættindunum. 

”JFK-Samtakið” kundi inntil í dag, vaksa upp til umleið 80% uttan at raka miðsavningarmarkið, um eigaraviðurskiftini verða skipaði á sama hátt, sum tey eru í løtuni, við fýra bólkum (Hanus Hansen, Føroyagrunnurin frá 1971, P&P, og einstaklingar). 

Eg eri/var annars samdur við Fólkaflokkinum um galdandi miðsavningarreglur. Eg haldi tær eru rímuligar. Tær eru rættar og neyðugar at hava sum land.  

Nú letur til, at hesir somu flokkar sum hava samtykt lógina, hava broytt meining um miðsavningarreglurnar. Tað kann ikki vera nøkur onnur logisk frágreiðing enn júst tað, tá teir settur fram broytingaruppskot og atkvøddu ímóti uppskotinum frá samgonguni í Løgtinginum fyrr í dag.  

Tað hava teir sjálvandi fulla rætt til. Men eg haldi, ikki hetta er mátin. Ynskir man at feløg skulu hava fleiri rættindir,enn lógin ætlaði, so skulu tey fyri tað fyrsta takast frá onkrum øðrum, og so eigur man at siga tað klárt og týðiliga, so bæði Føroya Løgting og ikki minst Føroya Fólk vita tað.  

Hví útseta gildiskomuna av ásetingini um Nærstandandi feløg? 

Við bara at úseta gildiskomuna í tvey ár, sum Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ætlaðu í dag, hevði bert havt eitt við sær, at tryggja at galdandi lóg ikki virkar eftir vild í tvey ár afturat, og man fær tvey “eyka” ár at keypa fleiri rættindir. Eisini hóast man longu er á og omanfyri galdandi miðsavningarmark. 

Eg haldi tað er ótrúliga keðiligt at uppliva, at tað aftur er fiskimaðurin í Klaksvík, sum kemur í klemmu, og skal brúkast sum jarnbrot í einari størri politiskari togtogan. Og í staðin fyri at brúka hesar fiskimenn “sum kastibløðku” í politisku skipani, so eiga vit at finna loysnir fyri hesa avbjóðing. Tað vil eg miðvíst arbeiða fyri. 

Men hvussu víkir og vendir, so dugi eg ikki at síggja tað skilagóða í ikki at samtykkja ásetingina um Nærstandandi feløg. Heldur ikki dugi at síggja nakra orsøk til at útseta hetta í tvey ár. Tað er bara tvey ár afturat í somu óvissu. Óvissu fyri fiskimannin og hansara familju. At útseta er bara ein bjarnatænasta. 

Útsetingin hevur bara við sær, at hetta samtakið/feløgini lógliga hevur møguleikar at ogna sær fleiri loyvir, sum ikki var ætlanin sbrt. galdandi lóg.  

Vit frætta í fjølmiðlunum, at tað er júst tað, man ætlar. Man biður um longda tíð, so man kann ogna sær fleiri rættindir, hóast man longu í fleiri førum er omanfyri miðsavningarmarkið. 

Hvørt loyvið og hvør dagur sum endaliga kundi verið avhandaður til hetta samtakið afturat, har man var á ella omanfyri galdandi miðsavningarreglur, høvdu verið við til at úthola lógini meira og meira. Tað var støðan, og tað vóru vit noydd at fyrihalda okkum til.   

Jóhan Christiansen
Landsstýrismaður