Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.11.2025 15:00

Broytingar í rættargangslógini fyri at stytta um viðgerðartíðina í rættinum

Løgmálaráðið

Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broytingar í rættargangslógini eru í dag bornar Løgtinginum.  Endamálið við uppskotinum er at effektivisera og einfalda rættargangin, og stytta um viðgerðartíðina í rættinum.

Rættargangslógin er ein tann mest víðfevnda lógin, sum er galdandi í Føroyum, og ásetur hon reglur um, hvussu rættargangurin er skipaður. Rættargangslógin ásetur m.a. reglur um, hvussu dómstólarnir viðgera revsimál og borgarlig mál, nær leikdómarar skulu vera við at viðgera rættarmál, og nær og hvussu løgreglan kann kanna mál. Eisini ásetur rættargangslógin reglur um virksemi hjá advokatum og reglur um m.a. viðgerð av faðirskapsmálum, foreldramyndugleikamálum og verjumálum.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, fegnast um, at arbeiðið við at dagføra føroysku rættargangslógina er komið í ein fasta legu, soleiðis at tryggja verður, at rættargangurin í Føroyum ikki verður afturúrsilgdur.