Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.08.2025 10:34

Broytingar í leikskráunum

Savnsmynd: Eyp.fo

Fótbóltssamband Føroya

Orsaka av altjóða luttøku hjá Víkingi og KÍ, hevur verið neyðugt at gjørt broytingar í leikskráunum í Betrideildini og í 1. deild monnum.

Eftir upprunaligu leikskránni í fremstu deildini hjá monnum vóru fimm dystir á skránni um vikuskiftið.

Men sigurin hjá KÍ hóskvøldið ímóti FK Radnicki úr Serbia í 2. umfari í UEFA Conference League, hevði við sær, at dysturin millum EB/Streym og KÍ, sum skuldi vera sunnudagin 3. august, bleiv fluttur til mikudagin 24. septembur.

Har afturat eru dystirnir millum Víking og B36, og B36 og KÍ, sum eftir ætlan skuldu vera ávikavist 9. og 17. august, fluttir til 10. og 18. august.

Broytingarnar í skránni í Betrideildini hava samstundis við sær, at eisini er neyðugt at gera tillagingar í leikskránni í næstbestu deildini hjá monnum. Talan er um dystirnar millum KÍ og Víking, sum skuldi vera 7. august, og B71 og B36, sum skuldi vera 14. august. Hesir dystir verða í staðin spældir ávikavist 9. og 17. august.

Leikskráir
Betrideildin menn og 1. deild menn