Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2022 15:04

Broyting í Býarskipanini fyri Eysturkommunu

Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við
Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri
Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Eysturkommunu býráð samtykti á fundi 27. oktober 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina
fyri Eysturkommunu fyri matr. 147d í Leirvík.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta ein part av matr. 147d frá B-øki, sum er bústaðarøki, til Høki,
sum er frílendi.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina á matr. 147d í Leirvík, liggur frammi á
www.eystur.fo og á móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 14. november 2022 og til og við 08.desember 2022.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta
lagi 30. desember 2022.

Kunngerd-1Download

Brot-ur-verandi-byarplani-i-Leirvik-Matr.-147dDownload

Broyting-av-byarplaninum-i-Leirvik-matr.-147Download