Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.07.2023 22:14

Breiðablik vann sannførandi í kvøld

Mynd: Fótbólti.net

Eftir vónbrotið týsdagin í hálvfinaluni í íslendsku steypakappingini, tá Breiðablik misti á stokkinum, skuldi liðið hjá Klæminti og Patrik reisa seg aftur í kvøld, tá ið teir á heimavølli tóku ímóti Fylkir í íslendsku landskappingini.

Klæmint A. Olsen var við frá byrjan, tá Breiðablik vann ein sannførandi 5-1 sigur og kom aftur á beint. Klæmint fekk einki mál í kvøld, men hóast tað, kom hann fram til nakrar málroyndir sum kundu givið mál, meðan hann eisini var tann sum fekk brotssparkið, sum var dømt í fyrra hálvleiki, men sum liðskiparin hjá Breiðablik, Höskuldur Gunnlaugsson, misnýtti.

Klæmint fekk 83 minuttir á vøllinum áðrenn hann var útskiftur.

Við sigrinum eru Breiðablik nú á 3. plássið við 27 stigum. Á 2. plássið er Valur við 29 stigum og fremst er Víkingur Reykjavík við 37 stigum.

Komandi uppgáva hjá Klæminti og Breiðablik er longu týsdagin 11. juli á útivølli móti írsku Shamrock Rovers í 1. umfarið í Champions League á Tallaght Stadium.