Breiðablik, við Klæmint A. Olsen í hópinum, vann í gjár sín sætta sigur í landskappingin á rað, tá ið teir á heimavølli vunnu 1-0 á kappingarneytunum úr Valur.
Liðini skiftu um pláss á stigatalvuni, og er Breiðablik nú á 2. plássið við 21 stigum, meðan Valur datt niður á 3. pláss. Víkingur Reykjavík er á 1. plássið við 27 stigum.
Klæmint var innskiftur í 79 minutti. Og hevði hann ikki verið inni meira enn 1 minutt, so hevði hann fingið gula kortið frá dómarinum fyri eina ov seina takling.
Næsti dystur hjá Breiðablik er á útivølli ímóti Keflavík mánadagin 29. mai.