Breiðablik, við Klæmint A. Olsen frá byrjan, tapti 3-4 í gjár á heimavøllinum Kópavogsvöllur móti KR.
Tapið ger, at Breiðablik missur týðandi stig í oddastríðnum og vónin um at endurvinna meistaraheitið er helst vekk.
Klæmint leikti allan dystin á tamb.
Breiðablik er á 3. plássið við 34 stigum fyri 18 dystir, meðan oddaliðið Víkingur Reykjavík hevur 44 stig fyri 17 dystir.
Komandi dystur hjá Breiðablik er á útivølli móti Jóan Símun Edmundsson og KA Akureyri sunnudagin 13. august.