Breiðablik, sum roynir at elta oddaliðið Víkingur Reykjavík, misti tvey týðandi stig, tá ið teir leygardagin á heimavølli bert fingu ein 1-1 javnleik á Stjanan.
Føroyski landsliðsleikarin Klæmint A. Olsen byrjaði inni fyri teir grønu úr Kópavogur og leikti allar 90 minuttirnar.
Stjarnan legði seg á odda 1-0 í 62 minutti, meðan heimaliðið javnaði til 1-1 í 77 minutti. Í yvirtíðini hevði Klæmint tveir góðar málmøguleikar, sum hann tíðanverri brendi.
Við javnleikinum er Breiðablik nú á 3. plássið, heili 10 stig aftanfyri oddaliðið Víkingur Reykjavík, sum hevur 44 stig.
Komandi dystur hjá Breiðablik er longu mikudagin 2. august, tá ið teir skulu í Parkina har FCK tekur ímóti. Hetta er seinni dysturin í 2. umfari í Champions League. Fyrra dystin í Íslandi vann FCK 2-0.