Filmsfelagið
Filmurin, sum Filmsfelagið sýnir mikukvøldið, “I’m Still Here”, hevur vunnið bæði Oscar og Golden Globe virðislønina undir upprunaheitinum “Ainda Estou Aqui”. Filmurin verður sýndur í portugisiskari upprunaversión við donskum undirteksti.
Brasilski leikstjórin, Walter Salles (f.1956), hevur gjørt Oscarvirðislønta filmin, sum IMDB hevur sett í røðina Top Rated Movies.
Ein seinrapart í 1971 verður fyrrverandi politikarin, Rubens Paiva, ið hevur gjørt vart við sína persónligu misnøgd við nýskipaða hernaðarræðið, burturfluttur úr heiminum í Rio de Janeiro. Alt bendir á, at embætismenn úr stjórnini standa fyri atsóknini. Eftir situr syndraða húskið, sum konan, Eunice (Fernanda Torres), roynir at vera um, meðan hon kannar, hvat veruliga hendi manninum.
”I am still here” er ikki bara ein spennandi søga um menniskjansligt áhaldni, tá órættur er einum fyri, men eisini ein kvinnulýsing, ið eigur at fáa pláss í filmsøguni. Fyri leiklutin fekk Fernanda Torres virðislønina Golden Globe, eins og filmurin fekk Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur.
Filmsfelagið 21/1 kl 20:00 I’m Still Here (Ainda Estou Aqui, Walter Salles, Brasil 2024 137 min)
