Sløkkiliðið í Eysturkommunu fer í morgin at hava eina brandvenjing á kaiøkinum í Leirvík, við rundkoyringini til Norðoyartunnilin. Venjingin verður hóskvøldið frá kl. 19.00-21.00.
Ætlanin er m. a. at sløkkja tríggjar brennandi bilar, meðan eisini verða tríggjir bilar kliptir, t.d. tá ið persónar eru fastir og ikki sleppa leysir.
Hesar venjingar skulu hjálpa til, so hvør sløkkiliðsmaður veit hvat gerast skal táið verðuliga ástendur.
Tískil skulu fólk í Eysturkommunu, og serliga í Leirvík, sum síggja nógv blunkandi ljós og nógvan úttrykkningur í morgin, ikki føla seg ótrygg ella bangin, tí talan verður bert um eina venjing.