Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2025 23:36

Brandur álvarsliga skaddur – undir skurð í morgin

Brandur á vøllinum fyri NSÍ fyrr í ár (Mynd: Eysturoyarportalurin)

A-landsliðsleikarin og NSÍ miðvallarin, Brandur Hendriksson Olsen, bleiv illa skaddur undir venjing í gjárskvøldið, og skal undir skurð longu í morgin.

Sum skilst, so er tað meniskurin sum talan er um, og tískil kann roknast við at hann ikki verður at síggja á vøllinum í rúma tíð.

NSÍ spælir síðsta kappingardyst í hesum árinum í morgin, tá ið FM-vinnaranir KÍ, koma á vitjan við Løkin.