Seint fyrrapartin í dag fór brandalarmurin frá á nýggja dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.
Átaksleiðarin var skjótur á staðið, og tað vísti seg skjótt at talan var um falskan alarm.
Orsøkin var dampur á einum vesi, sum hevði útloyst alarmin.
Vandi var tó ongantíð á ferð. Fylgt var protokollini og komu øll skjótt út.
Øll starvsfólkini vistu hvussu tey skuldu fyrihalda seg, so tað bleiv til eina góða venjing fyri starvsfólk og børn ístaðin.