Frá at fletta kekkar til at fletta seyð.
Gleðin hongur enn í luftini kring landið, eftir bragdið á Tórsvølli í gjárskvøldið, tá ið Føroyar (nummar 136 á FIFA styrkislistanum) vunnu 2-1 á Kekkia (nummar 39 á FIFA styrkislistanum), og framdu eitt av størstu brøgdum í føroyskari fótbóltssøgu.
Kekkar sloppu ikki til teir heilt nógvu møguleikarnir, har føroyska liðið stóð væl gjøgnum mest sum allan dystin. Og serliga vóru tað teir tríggir sokallaðu “duravørðirnir” í miðverjunu, sum fingu nógva umtalu og rós fyri góða verjuspælið.
Ein av teimum, er útisetin, Gunnar Vatnhamar, sum til dagliga spælir í íslendskum fótbólti fyri Víkingur Reykjavík, sum eisini gjørdust íslendskir meistarar fyri viku síðani.
Í dag var aftur vanligur “gerandisdagur” hjá sterka leirvíkinginum í Íslandi, sum nú hevur leikt 53 A-landsdystir fyri Føroyar.
Hann hevur fingið nakar eyka frídagar frá felag sínum í Íslandi eftir at meistaraheitið kom í hús í síðstu viku, og verða dagarnir í Leirvík nú m.a. brúktir til at hjálpa pápa sínum at fletta.
Myndir: Eysturoyarportalurin















