NSÍ skrivar:
Vit eru fegin um at kunngerða, at 17 ára gamla Brá Zakariasardóttir kemur at spæla við okkara Betri kvinnum restina av kappingarárinum.
Brá er uppvaksin í FC Hoyvík, har hon hevur spælt í ungdómsdeildunum. Hon flutti til B36 tá hon var 15 ára gomul, har hon eisini fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini. Hon hevur leikt 22 dystir hjá Betri kvinnum og hevur skotið 12 mál.
Hon hevur seinasta árið verið í Danmark, har hon hevur spælt við U19 liðnum hjá Fortuna Hjørring.
Nú er hon vend heim aftur á klettarnar, og kemur at spæla í gulu blusuni restina av kappingarárinum.