Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.01.2023 17:58

Børnini og mál okkara

Mynd: Sunda.fo

Leygardagin 14. januar kl. 14.00-16.00 skipar Felagið Føroyamál fyri tiltaki í Skúlanum við Streymin

Í eina tíð hava vit hoyrt um, at smá sum stór børn eru farin at tosa alt meira saman á enskum máli. Tað er vorðið spennandi at spæla og samskifta á enskum.

Hetta er vandakós, halda tey í felagnum Føroyamál, sum hevur til endamáls at skapa kjak og skipa fyri samstarvi millum tey, ið undirvísa, fáast við og miðla føroyskt mál frá barnagarði til Fróðskaparsetur.

Skráin:

  • Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, setir tiltakið.
  • Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur orðið.
  • Sissal Maria Rasmussen sigur frá síni gransking um máltøku og orðfeingi hjá smábørnum.
  • Krista Hvannastein, námsfrøðingur, sigur frá, hvussu hon lesur fyri og saman við børnum á stovni.
  • Høvi verður at spyrja og at kjakast.

Tiltakið er ókeypis og øll við hesum áhuga eru væl komin at lurta og taka lut í kjaki um hesi viðurskifti.