Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.08.2024 14:26

Børnini í Gjáa hitaðu upp til hálvfinaluna

Tað er í kvøld, at nógv umtalaði útsetti dysturin, millum Víking og HB verður leiktur.

Á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv hava minstu borgarnir saman við starvsfólkunum gjørt nógv burturúr til spennandi seinnu hálvfinaluna í Sarpugerði, sum verður leikt kl. 17.30 í kvøld.

Við víkingasangum, fløggum og ljósabláari andlitsmáling, hava tey hita upp hesa vikuna og vóna tískil at leikararnir fara ar gera sítt ítasta at koma í steypafinaluna.

Eisini borgarstjórin, Per Martin Gregersen, sum er íðin víkingaviðhaldsmaður, hevur víst sín uppbakkning til kvøldsins dyst.

Spjaldur