Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.01.2023 10:06

Børn sótu ikki íbundin

Mynd: Politi.fo

Ferðslukanningar vóru gjørdar í Eysturoynni í gjár. Og tíðanverri mátti staðfestast, at ikki øll høvdu síni viðurskifti í lagi. Í trimum førum vóru bilar steðgaðir, har børn ikki brúktu tað kravdu trygdarútgerðina og sótu ikki íbundin.

Lógin sigur, at er talan um børn sum eru undir 15 ár, so er tað ábyrgdin hjá bilføraranum, at tey sita íbundi.

Sostatt fingu hesir tríggir bilførararnir 1.500 krónur í bót í part, umframt klipp í koyrikortið.